GÓÐ RÁÐ TIL FAMILJUNA | AT VERA FORELDUR
Hvussu ávirkar hjúnaskilnaður børn?
Summi pør, sum ikki hava tað gott saman, siga ofta við seg sjálvi, at tað er betri fyri børnini, at tey lata seg skilja, enn at børnini skulu hoyra tey skeldast alla tíðina. Men passar tað?
Hvussu ávirkar hjúnaskilnaður børn?
Kanningar vísa, at ein hjúnaskilnaður gongur hart út yvir børnini. Tað er meira sannlíkt, at skilnaðarbørn ...
blíva ill og bangin ella fáa tunglyndi
fáa atferðartrupulleikar
klára seg illa í skúlanum ella fara úr skúlanum
ofta blíva sjúk
Haraftrat halda nógv børn, at tað er teirra skyld, at foreldrini eru farin frá hvørjum øðrum, ella at tey kundu havt forðað tí.
Ein hjúnaskilnaður kann ávirka børn heilt upp í vaksnamannalívið. Ofta er størri vandi fyri, at tey fáa lágt sjálvsvirði og hava ilt við at líta á onnur. Og tað er eisini meira sannlíkt, at tey sjálvi blíva skild, um tey fáa trupulleikar í sínum hjúnabandi.
Niðurstøðan: Summi pør, sum hugsa um at lata seg skilja, siga, at tað hevði verið tað besta fyri børnini, men kanningar vísa nakað annað. Penelope Leach, sum er serfrøðingur í barnaumsorgan, skrivar: „Børnini verða ólukkulig, tá ið foreldrini verða skild.“ a
Meginregla í Bíbliuni: „Havið somu umsorgan fyri øðrum sum fyri tykkum sjálvum.“ – Filippibrævið 2:4, Nýggi Sáttmálin.
Fáa børnini tað betri, um vit verða skild?
Summi siga ja, men tað er umráðandi at minnast til, at vaksin og børn als ikki hava sama tørv og somu kenslur. Tey, sum vilja skiljast, vilja hava eitt nýtt lív. Men tað vilja børnini ikki – tey vilja bara, at foreldrini skulu vera saman.
Eftir at hava kannað fleiri túsund hjúnaskilnaðir siga tær, sum hava skrivað bókina The Unexpected Legacy of Divorce: „Eitt er vist: børnini siga seg ikki vera glaðari. Nei, tey siga bart út: ’Tann dagin foreldrini hjá mær blivu skild, helt eg uppat at vera barn.’“ Bókin leggur aftrat, at tey sum heild kenna seg nógv ótryggari millum onnur, tí sambandið millum foreldrini, sum tey føla seg tættast knýtt at, ikki er, sum tað einaferð var.
Niðurstøðan: Børnini verða ikki glaðari av, at foreldrini verða skild.
Meginregla í Bíbliuni: „Dapur hugur fær beinini at visna.“ – Orðtøkini 17:22, Dahl/Viderø.
Hvat skal eg vita um tað at hava børnini upp á skift?
Nøkur pør, sum eru blivin skild, royna so væl sum gjørligt at býta ábyrgdina ímillum sín í vón um, at tey bæði kunnu hava líka nógv at siga í uppalingini. Men tað er ikki nøkur løtt uppgáva. Kanningar vísa, at foreldur, sum hava børnini upp á skift, ofta ...
brúka minni tíð saman við børnunum
uppala børnini upp á hvør sín máta
lata børnini fáa sín vilja, tí tey sjálvi hava skuldarkenslur ella eru útlúgvað
Skilnaðarbørn kunnu eisini føla, at tey ikki noyðast at lurta eftir foreldrunum. Kanska hugsa tey, at tey ikki kunnu líta á foreldrini, tí tey hava brotið tað lyftið, tey góvu hvørjum øðrum. Tey siga kanska: ’Hví skal eg lurta eftir teimum?’
Niðurstøðan: Tað kann vera torført hjá teimum, sum eru blivin skild, at hava børnini upp á skift. Men tað er enn verri hjá børnunum.
Meginregla í Bíbliuni: „Eggið ikki børn tykkara til vreiði, so tey missa mótið!“ – Kolossebrævið 3:21.
Er ein betri loysn?
Tey, sum verða skild, noyðast at brúka nógva orku upp á at byrja eitt nýtt lív. Ofta hevði tað verið betri, um tey brúktu orkuna upp á at varðveita hjúnabandið. Bókin The Case for Marriage sigur: „Fyri tað um eitt hjúnaband ikki er gott, merkir tað ikki, at tað altíð fer at vera soleiðis. Tey flestu, sum halda saman í ringum tíðum, fáa eitt nógv betri hjúnaband.“ Tá ið alt kemur til alt, hava børn tað best, tá ið foreldrini eru saman.
Tað merkir ikki, at hjúnaskilnaður ongantíð er ein møguleiki. Bíblian loyvir hjúnaskilnaði, um annar parturin hevur verið ótrúgvur. (Matteus 19:9) Men Bíblian sigur eisini, at „hin klóki gevur sær far um, hvussu hann stígur“. (Orðtøkini 14:15) Maður og kona, sum hava trupulleikar í hjúnabandinum, skulu hugsa seg sera væl um, áðrenn tey velja at lata seg skilja. Tey mugu serliga hugsa um, hvussu ein hjúnaskilnaður fer at ávirka børnini.
Tað er sjálvandi ikki nokk bara at verða verandi í hjúnabandinum. Mann má gera nakað fyri at betra um støðuna. Bíblian hevur góð ráð um, hvussu hjún kunnu menna eginleikar, sum hjálpa teimum at fáa eitt gott og varandi hjúnaband. At Bíblian hevur góð ráð um hjúnabandið er ikki so løgið, tí Jehova Gud, sum hevur givið okkum Bíbliuna, hevur eisini stovnað hjúnabandið. – Matteus 19:4-6.
Meginregla í Bíbliuni: „Eg eri HARRIN Gud tín, sum lærir teg at gera tað, ið er tær til gagn.“ – Esaias 48:17.
a Úr bókini Your Growing Child – From Babyhood Through Adolescence.