Hvat sigur Bíblian um at elska seg sjálvan?
Bíblian svarar
Bíblian vísir á, at tað er rætt og enntá neyðugt at elska seg sjálvan í ein vissan mun. Tað ber í sær at hava umsorgan fyri sær sjálvum, at hava sjálvsvirðing og at føla, at mann er nakað verdur. (Matteus 10:31) Bíblian mælir okkum sjálvandi ikki til at vera sjálvglað, men hon greiðir frá, hvussu vit kunnu hava røttu áskoðanina á okkum sjálv.
Hvønn skulu vit elska mest?
Vit eiga fyrst og fremst at elska Gud. Størsta boðið í Bíbliuni er: „Tú skalt elska HARRAN Gud tín av øllum hjarta tínum.“ – Markus 12:28-30; 5. Mósebók 6:5.
Næststørsta boðið er: „Tú skalt elska næsta tín sum teg sjálvan.“ – Markus 12:31; 3. Mósebók 19:18.
Hóast Bíblian ikki sigur beinleiðis, at vit skulu elska okkum sjálv, vísir boðið um at ’elska næsta sín sum seg sjálvan’, at tað er natúrligt og gagnligt at hava virðing fyri sær sjálvum og at elska seg sjálvan í ein vissan mun.
Hvønn elskaði Jesus mest?
Jesus vísti, hvussu vit kunnu hava javnvág millum okkara kærleika til Gud, til næstan og til okkum sjálv. Og hann bað lærisveinarnar taka eftir sær. – Jóhannes 13:34, 35.
Hann elskaði Jehova Gud fremst av øllum og vígdi sítt lív til at gera hansara vilja. „Fyri at heimurin kann sanna, at Eg elski Faðirin,“ segði hann, „geri [Eg], sum Faðirin hevur boðið Mær.“ – Jóhannes 14:31.
Jesus elskaði næstan og vísti tað við at hjálpa øðrum og enntá ofra sítt lív. – Matteus 20:28.
Hann elskaði eisini seg sjálvan í ein vissan mun, tí hann gav sær tíð til at hvíla, eta og hugna sær saman við lærisveinunum og teimum, hann boðaði gleðiboðskapin fyri. – Markus 6:31, 32; Lukas 5:29; Jóhannes 2:1, 2; 12:2.
Minkar gleðin og sjálvsvirðið, um vit elska onnur meira enn okkum sjálv?
Nei, tí vit eru skapt í Guds mynd, og hansara fremsti eginleiki er ósjálvsøkin kærleiki. (1. Mósebók 1:27; 1. Jóhannesarbræv 4:8) Tað merkir, at vit eru skapt til at vísa øðrum kærleika. So sjálvt um tað er rætt at elska seg sjálvan í ein vissan mun, verða vit glaðast, tá ið vit elska Gud fram um alt og gera gott móti øðrum. Tað er satt, sum Bíblian sigur: „Sælari er at geva enn at fáa.“ – Ápostlasøgan 20:35.
Nógv í dag siga, at mann verður lukkuligur av at seta seg sjálvan fremst. Tey hava sett tað at „elska seg sjálvan“ fram um tað at „elska næsta sín“. Kortini vísir gransking, at vit fáa betri heilsu og verða lukkuligari, tá ið vit fylgja hesum ráðunum í Bíbliuni: „Eingin søki sítt egna, men ein og hvør næstans!“ – 1. Korintbræv 10:24.