Far beinleiðis til innihaldið

Hvat sigur Bíblian um fosturtøku?

Hvat sigur Bíblian um fosturtøku?

Bíblian svarar

 Orðið „fosturtøka“ stendur ikki í Bíbliuni. Kortini eru nógv bíbliuørindi, sum vísa, hvørja áskoðan Gud hevur á mannalív, eisini hjá einum óføddum barni.

 Lívið er ein gáva frá Gudi. (1. Mósebók 9:6; Sálmur 36:10) Og í hansara eygum eru øll menniskju dýrabar, eisini ófødda barnið. So at drepa eitt óføtt barn við vilja er tað sama sum morð.

 Í Guds lóg til ísraelsfólk stendur: „Fara menn at berjast og fíra undir eina barnakonu, so hon eigur ov tíðliga, men eingin deyðsvanlukka hendir, so skal tann seki lata tað skaðaendurgjaldið, sum maðurin hjá konuni krevur; og hann skal lata gjaldið framman fyri dómarunum. Men hendir ein deyðsvanlukka, so skal lív latast fyri lív.“ – 2. Mósebók 21:22, 23, New World Translation. a

 Nær byrjar eitt mannalív?

 Í Guds eygum byrjar lívið, tá ið barnið verður gitið, og Bíblian lýsir tað ófødda barnið sum ein persón. Her eru nøkur dømi um, at Gud ikki metir eitt óføtt barn øðrvísi enn ein nýføðing.

  •   Dávid kongur segði við íblástri frá Gudi: „Sum fostur sóu eygu Tíni meg.“ (Sálmur 139:16) Í Guds eygum var Dávid ein persónur, hóast hann enn var í móðurlívi.

  •   Áðrenn Jeremias profetur bleiv føddur, hevði Gud sett sær fyri at geva honum eina serliga uppgávu. Gud segði við Jeremias: „Áðrenn Eg myndaði teg í móðurlívi, kendi Eg teg, og áðrenn tú komst út úr móðurfangi, halgaði Eg teg; til profet tjóðanna setti Eg teg.“ – Jeremias 1:5.

  •   Lukas, sum var lækni og bíbliuskrivari, brúkti sama grikska orðið um eitt óføtt barn, sum hann brúkti um ein nýføðing. – Lukas 1:41; 2:16, Nýggi Sáttmálin.

 Fyrigevur Gud teimum, sum hava fingið fosturtøku?

 Tey, sum hava fingið fosturtøku, kunnu fáa fyrigeving frá Gudi. Um tey hava fingið somu áskoðan á lívið sum Gud, er tað ikki neyðugt hjá teimum at blíva við at hava skuldarkenslur. Bíblian sigur: „Miskunnsamur og náðigur er HARRIN ... So langt sum eystrið er frá vestri, letur Hann syndir okkara vera langt frá okkum.“ (Sálmur 103:8-12) Jehova fyrigevur øllum, sum av hjarta angra sínar syndir, eisini teimum, sum hava fingið fosturtøku. – Sálmur 86:5.

 Er tað skeivt at fáa fosturtøku, um lívið hjá mammuni ella barninum er í vanda?

 Við tí í huga, sum Bíblian sigur um lívið hjá tí ófødda barninum, er tað ikki rætt at fáa fosturtøku, bert tí møguligur heilsuvandi er fyri mammuni ella barninum.

 Hvussu so í eini neyðstøðu, tá ið mann verður noyddur at velja ímillum at bjarga lívinum hjá mammuni ella barninum? Tá noyðast tey, sum eru í støðuni, sjálv at gera av, hvørjum mann skal royna at bjarga.

a Summar umsetingar fáa tað at ljóða sum, at tað avgerandi í hesi lógini til ísraelsfólk var, hvat hendi mammuni, ikki fostrinum. Men hebraiski teksturin sipar til eina vanlukku, har antin mamman ella barnið doyði.