Er Guds ríki innan í okkum?
Bíblian svarar
Nei, Guds ríki er ikki bara ein hjartastøða hjá kristnum. a Bíblian fortelur, hvar Guds ríki er, við at kalla tað „himmiríkið“. (Matteus 4:17, Dahl/Viderø) Bíblian vísir, at tað er ein verulig stjórn, sum ræður úr himli.
Guds ríki hevur stjórnarar, borgarar, lógir og heimild til at útinna Guds vilja í himli og á jørðini. – Matteus 6:10; Opinberingin 5:10.
Guds stjórn, ella ríki, fer at ráða yvir øllum ’tjóðum og ættum og øllum tungumálum’ á jørðini. (Dániel 7:13, 14) Tað eru ikki borgararnir, sum hava givið stjórnini myndugleika at ráða, men Gud sjálvur. – Sálmur 2:4-6; Esaias 9:7.
Jesus segði við sínar trúføstu ápostlar, at teir skuldu vera saman við honum í himmalska ríkinum og „sita í hásætum“. – Lukas 22:28, 30.
Guds ríki hevur fíggindar, sum tað fer at gera enda á. – Sálmur 2:1, 2, 8, 9; 110:1, 2; 1. Korintbræv 15:25, 26.
Bíblian lærir ikki, at Guds ríki er nakað í hjartanum, sum stýrir okkum. Men hon vísir, at „orðið um ríkið“ ella „evangelium ríkisins“ bæði kann og eigur at ávirka okkara hjarta. – Matteus 13:19; 24:14.
Hvat merkja orðini „ríki Guds er innan í tykkum“?
Tað er lætt at misskilja, hvar Guds ríki er, tá ið mann lesur Lukas 17:21 í summum bíbliutýðingum. Til dømis sigur týðingin eftir Victor Danielsen, at „ríki Guds er innan í tykkum“. Fyri at skilja hetta ørindið rætt, má mann kanna samanhangið.
Jesus tosaði við fariseararnar, ein bólk av trúarleiðarum, sum hataðu hann og vóru við til at fáa hann dripnan. (Matteus 12:14; Lukas 17:20) Gevur tað meining at halda, at Guds ríki var í teirra óndu hjørtum? Jesus segði við teir: „Innan eru tit fullir av hykli og lógloysi.“ – Matteus 23:27, 28.
Aðrar týðingar vísa greitt, hvat Jesus meinti í Lukas 17:21. Til dømis endurgevur Nýggi Sáttmálin tað soleiðis: „Guds ríki er longu tykkara millum.“ Og orðingin „tykkara millum“ stendur eisini í eini undirgrein til hetta ørindið í týðingini eftir Dahl/Viderø. Himmalska ríkið var „millum“ fariseararnar, við tað at Jesus, sum Gud hevði valt til kong, stóð framman fyri teimum. – Lukas 1:32, 33.
a Nógvir kristnir trúarbólkar læra, at Guds ríki er innan í okkum, ella í hjartanum. Til dømis sigur brøðrasamkoman í suðurstatunum í USA, at Guds ríki partvíst er „Guds stýri í hjartanum og lívinum hjá tí einstaka“. Og Benadikt XVI pávi skrivar í bókini Jesus of Nazareth, at „Guds ríki kemur gjøgnum eitt lurtandi hjarta.“