Hvat er gylta reglan?
Bíblian svarar
Orðingin ’gylta reglan’ stendur ikki í Bíbliuni. Men nógv brúka hesa orðingina um eina livireglu, sum Jesus kom við. Í fjallaprædikuni segði Jesus: „Alt, sum tit ... vilja, at menniskju skulu gera tykkum, skulu tit eisini gera teimum.“ (Matteus 7:12; Lukas 6:31) Gylta reglan verður eisini orðað soleiðis í eini aðrari bíbliutýðing: „Verið ímóti øðrum, sum tit vilja, at onnur eru ímóti tykkum.“ – Nýggi Sáttmálin.
Hvat ber gylta reglan í sær?
Gylta reglan eggjar okkum til at fara við øðrum, sum vit gjarna vilja, at tey fara við okkum. Til dømis dámar okkum væl, tá ið onnur virða okkum og eru blíð og góð við okkum. Tí er tað logiskt, at vit eisini skulu vera soleiðis móti teimum. – Lukas 6:31.
Hví er gylta reglan so góð?
Gylta reglan kann brúkast í so at siga øllum lívsins viðurskiftum. Hon kann til dømis ...
styrkja hjúnabond. – Efesusbrævið 5:28, 33.
hjálpa foreldrum, tá ið tey skulu uppala síni børn. – Efesusbrævið 6:4.
styrkja sambandið millum vinir, grannar og starvsfelagar. – Orðtøkini 3:27, 28; Kolossebrævið 3:13.
Gylta reglan endurspeglar andan í nógvum av tí, sum stendur í Gamla testamenti. Jesus segði um gyltu regluna: „Hetta er lógin [tær fyrstu fimm bøkurnar í Bíbliuni] og profetarnir [tær profetisku bøkurnar].“ (Matteus 7:12) Við øðrum orðum tekur gylta reglan saman um ein grundleggjandi sannleika í Gamla testamenti: Elska næsta tín. – Rómbrævið 13:8-10.
Snýr gylta reglan seg bara um at geva tað sama, sum mann fær?
Nei. Gylta reglan snýr seg fyrst og fremst um at geva, ikki um at fáa. Tá ið Jesus nevndi gyltu regluna, tosaði hann ikki bara um, hvussu vit skulu fara við fólki sum heild, men eisini um, hvussu vit skulu fara við okkara fíggindum. (Lukas 6:27-31, 35) So gylta reglan eggjar okkum til at vera góð við øll.
Hvussu kanst tú fylgja gyltu regluni?
1. Ver uppmerksamur. Legg merki til tey, sum eru rundan um teg. Tú sært kanska onkran, sum hevur nakrar tungar posar at bera, tú hoyrir kanska um ein granna, sum er innlagdur á sjúkrahúsið, ella tú leggur merki til ein arbeiðsfelaga, sum sær keddur út. Tá ið tú hevur „umsorgan fyri øðrum“, fært tú sikkurt møguleika fyri at siga ella gera okkurt, sum hjálpir teimum. – Filippibrævið 2:4, Nýggi Sáttmálin.
2. Vís samkenslu. Royn at ímynda tær, hvussu onnur hava tað. Hvussu hevði tú havt tað, um tú vart í somu støðu? (Rómbrævið 12:15) Tá ið tú roynir at skilja, hvussu onnur hava tað, fært tú helst hug at hjálpa teimum.
3. Ver lagaligur. Minst til, at eingin er líka. Tað, sum onnur vilja hava teg at gera fyri tey, er kanska ikki tað sama, sum tú vilt hava tey at gera fyri teg. Tú kanst gera nógv fyri onnur, men royn at gera tað, sum tey høvdu verið mest glað fyri. – 1. Korintbræv 10:24.