Hvør var kona Káin?
Bíblian svarar
Káin, sum var elsta barnið hjá Ádami og Evu, giftist við eini systur síni ella eini aðrari konu, sum var nær skyld við hann. Hetta síggja vit, tá ið vit kanna tað, sum Bíblian sigur um Káin og familjuna.
Upplýsingar um Káin og familjuna
Øll menniskju eru ættað frá Ádami og Evu. „Av einum menniskja [Ádami] hevur Gud skapað øll heimsins fólk og hevur latið okkum búgva um alla jørðina.“ (Ápostlasøgan 17:26, Nýggi Sáttmálin) Eva, kona Ádam, gjørdist „móðir at øllum, sum liva“. (1. Mósebók 3:20) Tí má Káin hava gift seg við eini konu, sum eisini var eftirkomari hjá Ádami og Evu.
Káin og bróðir hansara Ábel vóru teir fyrstu av fleiri børnum, sum Eva fekk. (1. Mósebók 4:1, 2) Tá ið Káin bleiv burturvístur, tí hann hevði dripið bróður sín, segði hann: „Hvør tann, ið hittir meg, hann drepur meg.“ (1. Mósebók 4:14) Hvørjum var Káin bangin fyri? Bíblian sigur, at Ádam „fekk synir og døtur“. (1. Mósebók 5:4) Hesir eftirkomararnir hjá Ádami og Evu kundu altso verið ein hóttan móti Káini.
Tíðliga í mannasøguni var tað ikki óvanligt at gifta seg við onkrum í síni egnu familju. Trúfasti maðurin Ábraham giftist til dømis við hálvsystur síni. (1. Mósebók 20:12) Fyrstu forboðini móti tílíkum hjúnabandi vóru at finna í Móselógini, sum varð skrivað øldir eftir, at Káin livdi. (3. Mósebók 18:9, 12, 13) Tað sær út til, at børn tá í tíðini, sum høvdu foreldur, ið vóru nær skyld, ikki vóru í líka stórum vanda fyri at fáa arvaligar sjúkur, sum tey eru í dag.
Bíblian leggur frásøguna um Ádam, Evu og familjuna fram sum sanna søgu. Neyvar ættartalvur, sum ganga aftur til Ádam, eru ikki bara at finna í Fyrstu Mósebók, sum Móses skrivaði, men eisini í tí, sum søgufrøðingarnir Ezra og Lukas skrivaðu. (1. Mósebók 5:3-5; 1. Krønikubók 1:1-4; Lukas 3:38) Fleiri bíbliuskrivarar umtala frásøguna um Káin sum eina søguliga hending. – Hebrearabrævið 11:4; 1. Jóhannesarbræv 3:12; Judasarbrævið 11.