Risarnir – hvørjir vóru teir?
Bíblian svarar
Risarnir vóru tað harðliga yvirmenniskjaliga avkomið, sum óndir einglar á Nóa døgum fingu við kvinnum á jørðini. a
Bíblian sigur, at ’gudssynirnir sóu, at menniskjadøturnar vóru vakrar’. (1. Mósebók 6:2) Gudssynirnir vóru andaskapningar, sum gjørdu uppreistur ímóti Gudi, tá ið teir „góvu upp sín egna bústað“ í himli, lótu seg í menniskjalikam og „tóku sær konur, so mangar sum teimum lysti“. – Judasarbrævið 6; 1. Mósebók 6:2.
Avkomið, sum spurdist burtur úr hesum ónatúrliga sambandinum, var ikki vanlig børn. (1. Mósebók 6:4) Kynblandaða avkomið, risarnir, vóru ovurvaksnir yvirgangskroppar, bølmenni, sum fyltu jørðina við harðskapi. (1. Mósebók 6:13) Bíblian lýsir teir sum „teir veldigu í forðum, teir navngitnu“. (1. Mósebók 6:4) Harðskapur og ótti var tað, teir løgdu eftir seg. – 1. Mósebók 6:5; 4. Mósebók 13:33. b
Misskiljingar viðvíkjandi risunum
Misskiljing: Risarnir liva framvegis á jørðini í dag.
Sannroynd: Jehova læt eina heimsfevnandi vatnflóð beina fyri tí táverandi ónda heiminum. Risarnir vóru fyribeindir saman við øllum teimum óndu menniskjunum. Nóa og hansara húski vóru harafturímóti góðkend av Gudi, og tey vóru tey einastu, sum vórðu bjargað. – 1. Mósebók 6:9; 7:12, 13, 23; 2. Pætursbræv 2:5.
Misskiljing: Páparnir hjá risunum vóru menniskju.
Sannroynd: Pápar teirra verða nevndir „gudssynirnir“. (1. Mósebók 6:2) Bíblian nýtir sama orðið um einglar. (Job 1:6; 2:1; 38:7) Einglar vóru førir fyri at lata seg í menniskjalikam. (1. Mósebók 19:1-5; Josva 5:13-15) Pætur ápostul nevndi nakrar ’andar, sum vóru í varðveitslu, teir, sum í forðum høvdu verið ólýdnir, ta ferðina Guðs langmóð bíðaði á døgum Nóa’. (1. Pætursbræv 3:19, 20, Dahl/Viderø) Bíbliuskrivarin Judas vísir til tað sama og greiðir frá, at nakrir einglar ikki hildu „fast við tign sína, men góvu upp sín egna bústað“. – Judasarbrævið 6.
Misskiljing: Risarnir vóru falnir einglar.
Sannroynd: Teksturin í 1. Mósebók 6:4 vísir í síni heild, at risarnir ikki vóru einglar, men eitt kynblandað avkom, sum einglar, ið høvdu latið seg í menniskjalikam, fingu, tá ið teir høvdu kynsligt samband við kvinnur á jørðini. Eftir at einglarnir høvdu tikið sær „konur, so mangar sum teimum lysti“, segði Jehova, at hann, tá ið 120 ár vóru liðin, fór at draga tann táverandi gudleysa heimin til svars. (1. Mósebók 6:1-3) Frásøgan leggur aftrat, at tá ið einglarnir í menniskjalikamum „á teimum døgum ... fóru inn til menniskjadøturnar“, føddu tær teimum „teir veldigu í forðum, teir navngitnu“, altso risarnar. – 1. Mósebók 6:4.
a Hebraiska orðið „nefilim“, sum er umsett „risar“, merkir møguliga „teir, ið høgga niður“. Wilson’s Old Testament Word Studies sigur, at orðið sipar til teir, sum „harðliga loypa á fólk, stjala [ræna] og fáa tey at snáva“.
b Eftir øllum at døma sóu ísraelitisku njósnararnir, sum víst verður til í 4. Mósebók 13:33, nøkur menniskju, ið vóru so stór, at tað fekk teir at minnast frásøgurnar um risarnar, ið doyðu fleiri øldir frammanundan. – 1. Mósebók 7:21-23.