UNG SPYRJA
Hvussu kann eg fáa betri karakterir?
„Nøkur í mínum flokki sita bara við oyratelefonum og lurta eftir tónleiki, meðan lærarin tosar, og tey hava heldur ongar bøkur við. Og tey undrast á, hví tey fáa vánaligar karakterir! Og so eru tað sovorðin sum eg, sum gera sítt allarbesta og gera øll síni skúlating, og allíkavæl fáa ringar karakterir. Eg skilji bara ikki, hvussu tað kann henda. Tað er einki stuttligt at fáa ringan karakter, tá ið mann ger so nógv burturúr og situr seint uppi í eina heila viku og lesur uppá til eina roynd.“ – Yolanda.
Kennir tú teg aftur í tí, sum Yolanda sigur? Vit mugu bara viðganga, at mann kann missa mótið av at fáa ein ringan karakter ella enntá fleiri.
Nøkur ung, sum fáa vánaligar karakterir í skúlanum, missa kanska hugin at gera nakað við tað. Onnur kunnu enntá finna upp á at fara úr skúlanum. Hetta kann helst vera freistandi, men tað ber eisini til at loysa trupulleikan upp á ein annan máta. Her eru seks uppskot, sum kunnu hjálpa tær at fáa betri karakterir.
Hvat kanst tú gera?
Møt upp til tímarnar. Hetta virkar kanska innlýsandi, men um tú skulkar ov nógv, so gongur tað út yvir karakterirnar.
„Tey børnini í mínum skúla, sum vóru líkaglað við sínar karakterir, skulkaðu ofta, og tað gav teimum trupulleikar.“ – Matthew.
Meginregla í Bíbliuni: „Tað, sum menniskjað sáar, skal tað eisini heysta.“ – Galatiabrævið 6:7.
Fá so nógv sum gjørligt burtur úr hvørjum tíma. Bara tað at møta upp er gott, men tú mást eisini royna at fáa so nógv sum gjørligt burtur úr tímanum. Lurta væl eftir tí, sum lærarin sigur, skriva góð notat og set spurningar.
„Eg seti nógvar spurningar í tímanum, tí eg haldi, at lærarin forklárar tað betur, um hann veit, at har er okkurt, sum ein næmingur ikki skilur.“ – Olivia.
Meginregla í Bíbliuni: „Lurtið væl eftir.“ – Lukas 8:18, Nýggi Sáttmálin.
Lat vera við at snýta. Tað er skeivt at snýta. Mann kann snýta upp á nógvar mátar. Ein máti er at skriva av eftir øðrum. Tað er ikki bara skeivt, tað forðar tær eisini í at læra nakað.
„Um okkurt er, sum tú ikki skilur, mást tú ikki skriva av eftir øðrum næmingum. Tú hjálpir ikki tær sjálvum, um tú snýtir. Í staðin fyri at læra at loysa trupulleikar sjálvur, endar tað við, at tú ikki klárar teg uttan hjálp frá øðrum.“ – Jonathan.
Meginregla í Bíbliuni: „Vit vilja fegin bera okkum rætt at á allan hátt.“ – Hebrearabrævið 13:18.
Raðfest skúlatingini. Um tað ber til, mást tú gera skúlatingini áðrenn nakað annað, serliga áðrenn tú fert at slappa av. a Tá ið tú hevur gjørt skúlatingini, kanst tú eisini betur njóta tað, sum tú annars hevur hug til.
„Tá ið eg fór at raðfesta skúlatingini, fekk eg betri karakterir. Eg hevði ofta hug at fáa mær ein slang ella at lurta eftir tónleiki, tá ið eg kom heim úr skúla. Men eg royndi at gera skúlating fyrst og so slappa av.“ – Calvin.
Meginregla í Bíbliuni: ’Veljið tað rætta.’ – Filippibrævið 1:10, Nýggi Sáttmálin.
Bið um hjálp. Tað er eingin skomm at biðja onnur hjálpa sær. Tosa við foreldrini um tað. Spyr læraran, hvat tú kanst gera fyri at fáa betri karakterir. Tað kann vera, at tú kanst fáa lektiuhjálp.
„Far til læraran og bið hann hjálpa tær at skilja evnið, tí tað kann hjálpa tær at fáa betri karakterir. Lærarin verður sikkurt glaður fyri at síggja, at tú gert tær ómak, og hann vil gjarna hjálpa tær.“ – David.
Meginregla í Bíbliuni: „Har sum nógvir ráðgevarar eru, gongst væl.“ – Orðtøkini 11:14.
Brúka teir møguleikarnar, sum eru. Í summum londum standa eyka spurningar í royndartilfarinum, sum kunnu betra um karakterin. Kanska ber tað eisini til at lata eyka uppgávur inn ella gera aðrar uppgávur gjøgnum árið, sum kunnu ávirka árskarakterin. Og dumpar mann í eini roynd, ber tað kanska til at fara upp eina ferð aftrat.
„Um eg vil hava betri karakter í eini lærugrein, er tað sjálvandi eg, sum má gera nakað. Eg havi onkuntíð spurt lærararnar, um eg kann gera nakrar eyka uppgávur ella gera onkra uppgávu umaftur fyri at fáa betri karakterir.“ – Mackenzie.
Meginregla í Bíbliuni: „Av øllum møðsomum arbeiði vinst okkurt.“ – Orðtøkini 14:23.
a Góð uppskot eru at finna í greinini „Ung spyrja – Hvat kann hjálpa mær at gera skúlating?“