Far beinleiðis til innihaldið

UNG SPYRJA

Eg havi brotið reglurnar heima – hvat nú?

Eg havi brotið reglurnar heima – hvat nú?

 Í teimum flestu familjunum hava tey nakrar reglur, til dømis um nær mann skal vera heima um kvøldarnar, um skermtíð og um, hvussu mann skal vera ímóti øðrum.

 Hvat um tú hevur brotið eina av reglunum heima? Tú kanst ikki broyta tað, sum er hent, men tú kanst gera nakað fyri, at tað ikki skal blíva verri. Í hesi greinini stendur, hvat tú kanst gera.

 Hvat skalt tú ikki gera?

  •   Um foreldrini ikki vita, hvat tú hevur gjørt, kann tað vera freistandi at lata vera við at siga nakað.

  •   Um tey vita, hvat tú hevur gjørt, kann tað vera freistandi at koma við umberingum ella geva onkrum øðrum skyldina.

 Einki av hesum er gott at gera. Hví ikki? Tí at royna at krógva tað, sum er hent, ella at koma við vánaligum umberingum vísir bara foreldrunum, at tú ikki ert serliga vaksin.

 „Tað er ongantíð ein góð loysn at lúgva. Fyrr ella seinni kemur tað fram, og so verður tað nógv verri hjá tær, enn viss ið tú hevði verið ærligur beinanvegin.“ – Diana.

 Royn hetta í staðin fyri

  •   Sig, hvat tú hevur gjørt. Bíblian sigur: „Tann, ið dylur [ella krógvar] syndir sínar, hevur onga eydnu.“ (Orðtøkini 28:13) Foreldrini hjá tær vænta ikki, at tú ert fullkomin, men tey vænta, at tú ert ærligur.

     „Tað er lættari hjá foreldrunum at fyrigeva tær, um tú sigur sannleikan. Tí so síggja foreldrini, at tey kunnu líta á teg.“ – Olivia.

  •   Sig orsaka. Bíblian sigur: „Latið tykkum øll í eyðmjúkleika.“ (1. Pætursbræv 5:5) Tað krevur eyðmjúkleika at siga orsaka og ikki koma við umberingum.

     „Tá ið fólk altíð koma við umberingum, kann samvitskan hjá teimum halda uppat at rigga. At enda uppdaga tey slett ikki, at tey hava gjørt nakað skeivt.“ – Heather.

  •   Góðtak avleiðingarnar. Bíblian sigur: ’Tann, sum tekur eftir áminning, verður klókur.’ (Orðtøkini 15:5, Dahl/Viderø) Tað, sum tú hevur gjørt, fær kanska avleiðingar. Um so er, mást tú góðtaka tær uttan at grenja.

     „Royn at góðtaka avleiðingarnar, og lat vera við at fokusera upp á tað, sum tú ikki sleppur. Meira tú grenjar, verri verður tað.“ – Jason.

  •   Royn at byggja álitið upp aftur. Bíblian sigur: „Viðvíkjandi atburði tykkara áður, skulu [tit] leggja av hitt gamla menniskja.“ (Efesusbrævið 4:22) Halt fram at gera tað, sum er gott, so foreldrini kunnu líta á teg aftur.

     „Tá ið tú tekur góðar avgerðir og vísir foreldrunum, at tú ikki fert at gera tað sama aftur, fara tey so við og við at líta á teg aftur.“ – Karen.

 PREI: Ger meir, enn tey biðja teg, fyri at prógva, at tey kunnu líta á teg. Næstu ferð tú ert úti, kanst tú kanska ringja og siga, at tú ert á veg heim – sjálvt um tú ikki verður ov seinur. So hjálpir tú teimum at skilja, at tú vilt hava tey at líta á teg aftur.