UNG SPYRJA
Hvussu fái eg nokk av svøvni?
Um tú ikki dugir so væl at rokna, hugsar tú kanska, at tú burdi gjørt meira við skúlatingini. Um tað ikki gongur so væl hjá tær í ítrótti, hugsar tú kanska, at tú mást venja meira. Men í báðum førum kann trupulleikin vera, at tú ikki fært nokk av svøvni. Hví tað?
Hví hevur tú brúk fyri at sova?
Serfrøðingar siga, at flestu tannáringar hava brúk fyri at sova átta til tíggju tímar um náttina. Hví hevur tað týdning, at tú svevur nóg nógv?
Svøvnur hjálpir tær at hugsa klárt. Svøvnur verður róptur „matur fyri heilan“. Svevur tú nóg nógv, fert tú at klára teg betur í skúlanum og í ítrótti, og tú fert eisini at duga betur at loysa trupulleikar.
Svøvnur ger teg í betri lag. Fólk, sum ikki sova nóg nógv, hava ofta humørsvingningar, eru ofta kedd ella hugtung, og klára ikki so lætt upp við onnur.
Svøvnur minkar um óhapp. Ein kanning í USA vísir, at bilførarar í aldrinum 16 til 24 vóru „næstan dupult so ofta linir, tá ið teir krassjaðu“, enn bilførarar í aldrinum 40 til 59.
Svøvnur gevur eina betri heilsu. Meðan vit sova, varðveitir og endurnýggjar kroppurin okkara kyknur, vevnað og blóðæðrar. Góður svøvnur kann eisini minka um vandan fyri ovurfiti, sukursjúku og heilabløðing.
Hvat er tað, sum ger, at tú ikki fert í song?
Hóast allar hesar fyrimunirnar fáa nógvir tannáringar ikki nóg nógvan svøvn. Til dømis sigur 16 ára gamla Elaine:
„Lærarin hjá mær spurdi øll í flokkinum, nær tey fóru í song. Tey flestu søgdu umleið klokkan tvey um náttina. Onnur søgdu umleið klokkan fimm um morgunin. Bara ein segði hálvgum tíggju um kvøldið.“
Hvat kann forða tær í at fara í song?
Tínir vinir. „Tað er alt ov lætt at vera leingi uppi og spilla tíðina burtur, serliga tey kvøldini eg fari onkustaðni við vinfólki.“ – Pamela.
Tað, sum skal gerast. „Eg elski at sova, men tað er ringt at fáa nokk av svøvni, tá ið eg havi so nógv annað at gera.“ – Ana.
Tøkni. „Tá ið tað kemur til at forsøma svøvn, er telefonin hjá mær tann stóri syndarin. Eg havi ringt við at leggja hana frá mær, tá ið eg eri farin í song.“ – Anisa.
Hvussu kanst tú sova meira?
Hugsa um, hvørja áskoðan tú hevur á svøvn. Bíblian sigur: „Betri er ein nevi av friði enn báðar hendur fullar av strevi og av eftirsókn eftir vindi!“ (Prædikarin 4:6) Svøvnur er neyðugur, tað er ikki ein luksusvøra. Svevur tú ikki nóg nógv, klárar tú teg ikki líka væl í skúlanum og til arbeiðis, og tú fært heldur ikki líka nógv burtur úr frítíðini.
Finn út av, hvør størsta forðingin er. Kemur tú til dømis ofta seint heim, tí tú ert saman við vinfólki? Følir tú, at tú hevur alt ov nógv skúlating og annað, tú skalt gera? Er telefonin orsøk til, at tú ikki leggur teg at sova, tá ið tú eigur? Ella vekur hon teg, tá ið tú ert sovnaður?
Hugsa um hetta: Tað kann vera strævið at broyta vanar, men tað er tað vert. „Tað, sum hin hugagóði hugsar um, leiðir bert til vinning,“ siga Orðtøkini 21:5.
Tað, sum riggar hjá summum, riggar kanska ikki hjá øðrum. Nøkur siga til dømis, at tey sova betur um náttina, um tey hava fingið sær ein slang um dagin. Men hjá øðrum er tað beint øvut. Tú mást finna út av, hvat riggar best hjá tær. Uppskotini niðanfyri kunnu hjálpa tær:
Gev tær tíð til at gira niður. Roynir tú at slappa av, áðrenn tú fert í song, sovnar tú helst skjótari.
„Tað er gott at gera seg lidnan í góðari tíð við tað, sum mann skal, so tað ikki órógvar tankarnar, tá ið mann skal sova.“ – Maria.
Ger nakað. Lat ikki tínar umstøður stýra tær, men tak sjálvur stýringina og broyt okkurt, so tú fært nokk av svøvni.
„Eg havi brúk fyri at sova í minsta lagi átta tímar hvørja nátt. So um eg skal upp fyrr enn vanligt, rokni eg aftureftir og finni út av, nær eg so skal fara í song.“ – Vincent.
Fá tær góðar vanar. Títt innara ur kann hjálpa tær. Serfrøðingar mæla til, at tú fert í song um somu tíð hvørt kvøld og eisini fert upp um somu tíð hvønn morgun. Roynir tú tað í ein mánað, finnur tú út av, hvussu gott tað er fyri teg.
„Um tú fert í song somu tíð hvørt kvøld, hevur tú tað nógv betri dagin eftir. Tí so orkar tú betur at gera tað, sum tú skalt.“ – Jared.
Hav javnvág í tínum sosiala lívi. Bíblian sigur, at vit mugu „hava sjálvstamarhald“, og tað er eisini galdandi fyri tað, sum vit gera í frítíðini. – 1. Timoteusarbræv 3:2, 11, Nýggi Sáttmálin.
„Eg mátti læra at siga nei til ymiskt sosialt um kvøldarnar. Um eg ikki avmarki tíðina, eg brúki upp á at hava tað stuttligt, gongur tað út yvir okkurt annað – sum oftast svøvnin.“ – Rebecca.
Lat eisini telefonina „sova“. Royn at lata vera við at sms’a við vinunum ella vera á netinum, í minsta lagi ein tíma áðrenn tú fert í song. Faktiskt siga nakrir serfrøðingar, at ljósið, sum snildfonir, sjónvarp og teldlar geva frá sær, kann gera tað torført at sovna.
„Fólk vænta, at tú altíð ert til taks. Men fyri at fáa nokk av hvílu, mást tú leggja telefonina frá tær.“ – Julissa.