Hvussu fært tú mest burtur úr hesum bíbliuskeiðinum?
Kanna tilfarið saman við einum Jehova vitni: Bið tann, sum gav tær hetta heftið, um eitt bíbliuskeið, ella bið um eitt á jw.org.
FYRSTA BROTIÐ
Les stykkini, spurningarnar (1) og bíbliuørindini (2), sum undirstrika høvuðspunktini. Hugsa serliga um tey ørindini, har tað stendur „les“.
MITTASTA BROTIÐ
Teksturin (3) undir Lær meira leggur upp til tað næsta, sum verður viðgjørt. Undiryvirskriftirnar (4) vísa á høvuðspunktini. Les bíbliuørindini, svara spurningunum og hygg at videounum (5).
Hygg at myndunum og myndatekstinum (6), og hugsa um, hvussu tú kanst svara tí, sum stendur undir Nøkur siga (7).
SÍÐSTA BROTIÐ
Parturin endar við Hvat hevur tú lært? og Greið frá (8). Skriva, nær parturin bleiv lisin. Mál (9) gevur tær nakað at arbeiða upp á. Undir Hygg at hesum (10) er eyka tilfar, sum tú kanst lesa ella hyggja at.
Hvussu finnur tú ørindini í Bíbliuni?
Tá ið víst verður til bíbliuørindi, sært tú, hvørja bíbliubók (1), hvønn kapittul (2) og hvat ørindi (3) tú skalt finna. Til dømis vísir Jóhannes 17:3 til evangeliið eftir Jóhannes, kapittul 17 og ørindi 3.