Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

PARTUR 60

Tú mást blíva við at gera framstig

Tú mást blíva við at gera framstig

Hetta bíbliuskeiðið hevur lært teg nógv um Jehova. Og kanska hevur alt tað, sum tú hevur lært um hann, fingið teg at elska hann so nógv, at tú hevur vígt títt lív til hansara og latið teg doypa. Viss ikki, ætlar tú tær kanska at gera tað skjótt. Men tú mást blíva við at gera framstig, eisini aftan á at tú ert blivin doyptur. Tú kanst blíva við at læra Jehova betur at kenna í allar ævir. Hvussu tá?

1. Hví skalt tú blíva við at styrkja títt vinalag við Jehova?

Vit mugu blíva við at gera nakað fyri at styrkja okkara vinalag við Jehova, tí annars kunnu ’vit reka burtur’ frá honum. (Hebrearabrævið 2:1) Hvat kann hjálpa okkum at vera trúføst móti honum? Vit kunnu vera so nógv við í boðanini sum gjørligt og umhugsa, um vit kunnu gera meira fyri hann. (Les Filippibrævið 3:16.) Tá ið vit tæna Jehova, fáa vit tað besta lívið. – Sálmur 84:11.

2. Hvat annað skalt tú blíva við at gera?

Sjálvt um hetta bíbliuskeiðið skjótt er liðugt, kanst tú blíva við at gera framstig sum ein tænari fyri Jehova. Bíblian sigur, at vit mugu ’lata okkum í hitt nýggja menniskjað’. (Efesusbrævið 4:23, 24) So hvørt sum tú heldur fram at kanna Bíbliuna og at ganga á møti, lærir tú meira um Jehova, og hvussu hann er. Tú kanst royna at líkjast honum enn meira. Tá ið tú uppdagar, at okkurt má broytast, mást tú gera tað fyri at gleða Jehova.

3. Hvussu fer Jehova at hjálpa tær?

Jehova lovar at blíva við at upplæra teg, og Bíblian sigur, at hann skal ’staðfesta, styrkja og grundfesta teg’. (1. Pætursbræv 5:10) Vit verða øll freistað til at gera okkurt skeivt av og á. Men Jehova kann geva okkum styrki til at standa ímóti freistingunum. (Sálmur 139:23, 24) Hann lovar at geva tær bæði hug og styrki til at vera trúfastur móti honum. – Les Filippibrævið 2:13.

LÆR MEIRA

Í hesum brotinum fara vit at kanna, hvussu tú kanst blíva við at gera framstig, og hvussu Jehova fer at signa teg.

4. Tú mást halda fram at tosa við og lurta eftir tínum besta vini

Orsøkin til, at tú ert blivin vinur við Jehova, er, at tú hevur biðið til hansara og kannað hansara orð. Hvussu kunnu hesi bæði tingini hjálpa tær at fáa eitt enn tættari samband við hann?

Les Sálm 62:9, og tosa um henda spurningin:

  • Hvussu kanst tú forbetra tínar bønir, so tú fært eitt uppaftur tættari samband við Jehova?

Les Sálm 1:2, og tosa um henda spurningin:

  • Hvussu kanst tú fáa meira burtur úr tínari bíbliulesing og soleiðis fáa eitt tættari samband við Jehova?

Hvussu kann tað blíva meira spennandi hjá tær at lesa í Bíbliuni? Hygg at VIDEONUM, og fá nøkur uppskot. Tosa síðani um spurningarnar.

  • Hvørji uppskot í videonum hevur tú hug at brúka?

  • Hvørji evni kundi tú hugsað tær at kannað nærri?

5. Tú mást seta tær andalig mál

Tá ið tú setur tær andalig mál, verður tað lættari hjá tær at gera framstig, og so styrkir tú eisini títt vinalag við Jehova. Hygg at VIDEONUM, og tosa um spurningin.

  • Hví var tað gott hjá Cameron at seta sær andalig mál?

Tað ber sjálvsagt ikki til hjá øllum at flyta til eitt annað land fyri at boða, men vit kunnu øll seta okkum rímilig mál. Les Lukas 14:28, og hugsa um, hvørji mál tú kanst seta tær …

  • í samkomuni

  • í boðanini

Hvussu kann tankin í ørindinum hjálpa tær at røkka tínum málum?

Mál, tú kanst seta tær

  • At forbetra tínar bønir

  • At lesa alla Bíbliuna

  • At læra øll í samkomuni at kenna

  • At byrja og leiða eitt bíbliuskeið

  • At blíva hjálparpionerur ella pionerur

  • At blíva samkomutænari, viss tú ert ein bróðir

6. Tú kanst fáa eitt gott lív í allar ævir!

Les Sálm 22:27, og tosa um henda spurningin:

  • Hvat kanst tú gera fyri at fáa eitt gott lív nú og í allar ævir?

HVAT HEVUR TÚ LÆRT?

Viss tú blívur við at styrkja títt vinalag við Jehova og at seta tær andalig mál, kanst tú fáa eitt gott lív nú og í allar ævir.

Greið frá

  • Hví kanst tú vera vísur í, at Jehova fer at hjálpa tær at vera trúfastur móti honum?

  • Hvussu kanst tú styrkja títt vinalag við Jehova?

  • Hvussu kann tað at seta tær andalig mál hjálpa tær at gera framstig?

Langtíðarmál

HYGG AT HESUM

Hvat dámar Jehova best – at vit gera nakað stórt fyri hann eina ferð, ella at vit eru trúføst móti honum alt lívið?

Ver trúfastur sum Ábraham (9:20)

Sjálvt ein trúfastur tænari hjá Jehova kann missa gleðina. Men hvussu kann hann blíva glaður aftur?

At studera og meditera kann geva tær gleðina aftur (5:25)

Hvussu kanst tú seta tær andalig mál og røkka teimum?

„Vit kunnu seta okkum andalig mál, sum æra skaparan“ (Vakttornið 15. juli 2004)

Hví er tað so viktigt at vera andaliga búgvin, og hvussu verður mann tað?

„Vit mugu skunda okkum at blíva búgvin, tí ’stóri dagur’ Jehova er nær“ (Vakttornið 15. mai 2009)