25. PARTUR
Hví og hvussu byggja vit ríkissalir?
Sum navnið ’ríkissalur’ bendir á, leggur bíbliuundirvísingin í okkara ríkissalum dent á Guds ríki, høvuðsevnið í Jesu boðan. — Lukas 8:1.
Teir eru miðdeplar fyri sanna tilbiðing. Tað er í ríkissalinum, at boðanararbeiðið verður skipað. (Matteus 24:14) Ríkissalir eru ymiskir í stødd og skapi, men allir eru einfaldir. Nógvir av teimum húsa fleiri samkomum. Seinnu árini hava vit bygt tíggjutúsundtals nýggjar ríkissalir (í miðal fimm um dagin) fyri at fylgja við vøkstrinum í okkara samkomum. Hvussu er hetta møguligt? — Matteus 19:26.
Teir verða bygdir fyri gávur úr einum felagsgrunni. Hesin stuðulin verður sendur deildarskrivstovuni, so peningurin kann latast samkomum, ið hava tørv á at byggja ella umvæla ein ríkissal.
Tey, sum byggja, eru sjálvboðin og hava ymiskar umstøður. Í nógvum londum eru ríkissalsbyggilið skipað. Tey, sum tæna í byggitoymum, og onnur sjálvboðin ferðast frá einari samkomu til aðra innan fyri landamarkið, eisini til fjarskotin øki. Har hjálpa tey samkomunum at byggja ríkissalir. Í øðrum londum hava skikkað Jehova vitni fingið uppgávuna at hava umsjón við at byggja og umvæla ríkissalir í einum ávísum øki. Í sambandi við allar byggiverkætlanir bjóða nógvir dugnaligir handverkarar sína arbeiðsmegi fram, men meginparturin av teimum sjálvbodnu arbeiðsfólkunum eru úr samkomuni á staðnum. Alt hetta ber til, tí Jehova gevur av sínum anda, og tí hansara fólk av heilum huga hjálpir til. — Sálmur 127:1; Kolossebrævið 3:23.
-
Hví rópa vit staðið, har vit tilbiðja, ríkissalur?
-
Hvussu er tað møguligt at byggja ríkissalir kring allan heimin?