Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

HØVUÐSEVNI | LYGNIR, SUM GERA TAÐ RINGT AT ELSKA GUD

Hví halda nógv, at tað er ringt at elska Gud?

Hví halda nógv, at tað er ringt at elska Gud?

„’Tú skalt elska Harran Gud tín av øllum hjarta tínum, av allari sál tíni og av øllum huga tínum.’ Hetta er hitt stóra og fyrsta boðið.“ – Jesus Kristus, ár 33. *

Nøkur halda, at tað er ringt at elska Gud. Tey halda, at hann virkar gátuførur, fjarur ella enntá óndur. Hoyr, hvat nøkur hava sagt:

  • „Eg bað til Gud um hjálp, men samstundis føldi eg, at hann var langt burturi, og at hann ikki lurtaði. Eg helt ikki, at Gud hevði nakrar kenslur.“ – Marco, Italia.

  • „Sjálvt um eg virkuliga gjarna vildi tæna Gudi, virkaði hann so fjarur. Eg helt, at hann var ein strangur Gud, sum bara vildi straffa okkum. Eg trúði ikki upp á, at hann elskaði okkum menniskju.“ – Rosa, Guatemala.

  • „Sum smágenta trúði eg, at Gud leitaði eftir feilum og straffaði okkum, so skjótt sum vit gjørdu eitt mistak. Seinni sá eg hann sum ein, mann ikki kundi fáa samband við. Hann var sum ein forsætisráðharri, ið ræður yvir fólkinum, men sum í veruleikanum einki leggur í tey.“ – Raymonde, Kanada.

Hvat heldur tú? Er tað ringt at elska Gud? Hetta er ein spurningur, sum trúgvandi fólk hava hugsað um í øldir. Í miðøldini var tað faktiskt óvanligt, at kristin bóðu til Gud. Hví tað? Tí tey ræddust hann. Søgufrøðingurin Will Durant segði tað soleiðis: „Hvussu skuldi ein syndari tora at biðja til ein so ræðuligan og fjaran Gud?“

Hvussu hava fólk fingið ta fatan, at Gud er ’ræðuligur og fjarur’? Hvat sigur Bíblian um Gud? Kann sannleikin um Gud gera tað lættari hjá tær at elska hann?