Far beinleiðis til innihaldið

BÍBLIAN BROYTIR LÍV

Nú veit eg, at Jehova er miskunnsamur og fyrigevandi

Nú veit eg, at Jehova er miskunnsamur og fyrigevandi
  • FØDDUR: 1954

  • HEIMLAND: KANADA

  • FORTÍÐ: SNÝTTI FÓLK OG SPÆLDI UM PENGAR

BAKGRUND

Eg vaks upp í einum fátækum býarparti í Montreal. Eg var bara seks mánaðir gamal, tá ið pápi mín doyði, og mamma mátti taka sær av okkum einsamøll. Vit vóru átta systkin, og eg var tann yngsti.

Eg vaks upp í einum kriminellum umhvørvi. Rúsevni, harðskapur og tað at spæla um pengar var ein partur av gerandisdegnum. Tá ið eg var tíggju, fór eg at ganga ørindir fyri skøkjur og kriminellar menn, sum læntu pengar út. Eg leyg illa, og mær dámdi væl at lumpa fólk upp á allar møguligar mátar. Tað gav mær ein rús.

Tá ið eg var 14, var eg blivin ein meistari í at snýta fólk. Eg plagdi til dømis at keypa bíligar smúkkur, ur, armbond og ringar, sum eg graveraði merki í fyri at fáa fólk at trúgva, at tað var gull. Síðani seldi eg smúkkurnar á gøtuni og uttan fyri innkeypssentur. Eg elskaði at tjena skjótar pengar. Einaferð fekk eg 10.000 dollarar bara upp á ein dag!

Eg búði á einum skúla, men tá ið eg var 15, bleiv eg blakaður út. So eg mátti búgva á gøtuni, í parkum ella heima hjá vinfólki.

Av tí at eg skikkaði mær so illa, bleiv eg ofta avhoyrdur av politinum. Eg seldi ongantíð nakað, sum var stjolið, og tí kundu teir ikki seta meg í geglið. Men eg fekk ofta stórar bøtur, bæði fyri svik, fyri at forfalska vørur og fyri at selja tær uttan loyvi. Eg ræddist ongan og fór enntá at krevja pengar inn fyri kriminellar menn, sum læntu øðrum pengar. Tað var øgiliga farligt, og viðhvørt var eg vápnaður. Tað kom eisini fyri, at eg var uppi í skipaðum kriminaliteti.

BÍBLIAN BROYTTI MÍTT LÍV

Fyrstu ferð eg hoyrdi um Jehova vitni var, tá ið eg var 17. Eg búði saman við damuni hjá mær, tá ið hon fór at kanna Bíbliuna saman við teimum. Men eg helt, at tað, sum Bíblian segði um moral, var alt for strangt. So eg fór frá henni og flutti inn til eina aðra damu, sum eg longu hevði fjasast við í eina tíð.

Tá ið so tann daman eisini fór at kanna Bíbliuna, kom vend í. Hon broytti seg nógv og bleiv meira blíð og tolin. Tað gjørdi so stórt inntrykk upp á meg, at eg fór við henni á møti í ríkissalinum hjá Jehova vitnum. Fólk vóru so fitt og vinarlig og komu at heilsa upp á meg. Tað var nakað heilt annað, enn tað eg var vanur við. Síðan eg var smádrongur, hevði eg ongantíð følt, at nakar var góður við meg. Heldur ikki familjan. Men tann kærleikin, sum eg føldi hjá Jehova vitnum, var akkurát tað, sum eg hevði brúk fyri. Tá ið tey bjóðaðu mær eitt bíbliuskeið, segði eg ja takk beinanvegin.

Tað sær út til, at Bíblian faktiskt bjargaði mínum lívi. Eg hevði nemliga planlagt eitt rán saman við tveimum vinmonnum, sum kundi betala ta skuldina, eg hevði sett meg í við at spæla um pengar. Eg eri so glaður fyri, at eg ikki fór við, tí tá ið teir báðir gjøgnumførdu ránið, bleiv annar handtikin og hin dripin.

So hvørt sum eg lærdi meira út frá Bíbliuni, skilti eg, at eg mátti gera stórar broytingar. Til dømis stendur í 1. Korintbrævi 6:10, at „hvørki tjóvar, havisjúk ella drykkjumenn, hvørki baktalarar ella ránsmenn skulu arva ríki Guds“. Tá ið eg las tað ørindið og ordiliga skilti, hvat tað hevði við meg at gera, fór eg at gráta. Eg mátti broyta meg fullkomiliga. (Rómbrævið 12:2) Eg var harðligur og aggressivur, og alt lívið hjá mær var ein stór lygn.

Men eg lærdi eisini, at Jehova er miskunnsamur og fyrigevandi. (Esaias 1:18) Eg bað inniliga Jehova um at hjálpa mær at sleppa mínum ringu vanum. Og tað gjørdi hann. Eg broyttist spakuliga og bleiv eitt betri menniskja. Eitt stórt stig á vegnum var, tá ið eg og daman giftust.

Eg eri á lívi í dag, tí eg fór at fylgja tí, sum Bíblian lærir

Eg var 24 ár, giftur og átti trý børn, og fyri fyrstu ferð skuldi eg finna eitt ordiligt arbeiði. Men eg hevði so at siga onga útbúgving og eingi viðmæli. Aftur mátti eg biðja inniliga til Jehova. Og so fór eg at leita eftir einum arbeiði. Eg royndi at fortelja teimum ymisku arbeiðsgevarunum, at eg var í holt við at broyta mítt lív og gjarna vildi hava eitt vanligt arbeiði. Onkuntíð segði eg eisini, at eg kannaði Bíbliuna og royndi at blíva eitt betri menniskja. Men eingin bjóðaði mær arbeiði. At enda, tá ið eg var til eina samrøðu og hevði fortalt um mína heldur ivasomu fortíð, segði maðurin: „Eg veit ikki ordiliga hví, men okkurt sigur mær, at eg skal geva tær starvið.“ Hetta var heilt sikkurt svarið upp á mína bøn. Sum frá leið, blivu bæði eg og konan doypt sum Jehova vitni.

HVUSSU HEVUR TAÐ GAGNAÐ MÆR?

Eg eri á lívi í dag, tí eg fór at fylgja tí, sum Bíblian lærir. Eg havi eina deiliga familju. Og eg havi góða samvitsku, tí eg eri sannførdur um, at Jehova hevur fyrigivið mær.

Tey síðstu 14 árini havi eg brúkt umleið 70 tímar um mánaðin upp á at fortelja øðrum um Bíbliuna. Og kona mín er nýliga byrjað upp á tað sama. Tey farnu 30 árini eri eg sloppin at hjálpa 22 av mínum arbeiðsfelagum at tæna Jehova. Eg standi enn javnan uttan fyri innkeypssentur, men ikki fyri at snýta pengar frá fólki, sum eg plagdi at gera. Nú royni eg heldur at geva teimum nakað, nemliga eina vón um ein nýggjan heim har eingin snýtir nakran. – Sálmur 37:10, 11.