6.-12. januar
SÁLMUR 127-134
Sangur nr. 134 og bøn | Innleiðandi viðmerkingar (1 min.)
1. Tit foreldur mugu taka tykkum av børnunum
(10 min.)
Foreldur kunnu líta á, at Jehova fer at hjálpa teimum at taka sær av familjuni (Slm 127:1, 2)
Børn eru dýrabarar gávur frá Jehova (Slm 127:3; w21.08 5 stk. 9)
Børn eru ymisk, og tí mugu tit hugsa um, hvussu tit upplæra tað einstaka barnið (Slm 127:4; w19.12-D 26 stk. 20)
2. Andaligir gimsteinar
(10 min.)
-
Slm 128:3 – Hví samanber sálmaskaldið synir við kvistar á einum oljutræi? (it-1-D 543)
-
Hvørjar andaligar gimsteinar hevur tú funnið í bíbliulesingini hesa vikuna?
3. Upplestur úr Bíbliuni
(4 min.) Slm 132:1-18 (th venjing 2)
4. Byrja eitt prát
(3 min.) ÓFORMLIG BOÐAN. (lmd partur 1, punkt 3)
5. Byrja eitt prát
(4 min.) ÓFORMLIG BOÐAN. Tann, tú tosar við, sigur okkurt, sum ikki samsvarar við Bíbliuna. (lmd partur 5, punkt 4)
6. Ger lærisveinar
(5 min.) lff partur 16, punktini 4-5. Tosa við næmingin um, hvussu tú hugsar, at bíbliuskeiðið kann halda fram, meðan tú ert burturstaddur. (lmd partur 10, punkt 4)
Sangur nr. 13
7. Brúka tit foreldur eitt tað besta amboðið, tit hava?
(15 min.) Orðaskifti.
Samskipanin hjá Jehova hevur givið eina rúgvu av tilfari út, sum kann hjálpa foreldrum at læra børnini um Jehova. Men hvat er eitt tað besta amboðið, sum foreldur hava? Tað er tað góða fyridømið, tey sjálvi seta. – 5Mós 6:5-9.
Jesus brúkti hetta amboðið, tá ið hann undirvísti lærisveinunum.
Les Jóhannes 13:13-15. Set síðani henda spurningin:
-
Hví heldur tú, at hetta var ein góður máti at undirvísa uppá?
Tá ið børnini síggja, at tit foreldur sjálvi gera tað, sum tit siga, at tey skulu gera, hevur tað stóra ávirkan á tey. Viss tit eru góðar fyrimyndir, er tað meira sannlíkt, at børnini lurta eftir tykkum og fylgja tí, sum tit læra tey.
Vís VIDEOIÐ Undervis dine børn ved selv at være et godt eksempel. Set síðani hesar spurningarnar:
-
Hvat lærdu bróðir og systir Garcia døturnar hjá sær?
-
Hví gevur hetta videoið tær hug at blíva við at vera ein góð fyrimynd fyri børnini hjá tær?
8. Samkomubíbliulestur
(30 min.) bt kap. 20 stk. 13-20