Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

8.-14. apríl

SÁLMUR 26-28

8.-14. apríl

Sangur nr. 34 og bøn | Innleiðandi viðmerkingar (1 min.)

DÝRGRIPIR ÚR GUDS ORÐI

1. Hvat gjørdi Dávid fyri at blíva við at vera trúfastur?

(10 min.)

Dávid bað Jehova hjálpa sær at blíva eitt betri menniskja (Slm 26:1, 2; w04-D 1/12 14 stk. 8-9)

Dávid vildi ikki vera saman við nøkrum, sum hevði ringa ávirkan á hann (Slm 26:4, 5; w04-D 1/12 15-16 stk. 12-13)

Dávid elskaði at tilbiðja Jehova (Slm 26:8; w04-D 1/12 16 stk. 17-18)


Sjálvt um Dávid gjørdi mistøk, hevði hann eitt ’reint og satt hjarta’. (1Kg 9:4) Dávid elskaði Jehova og tænti honum av heilum hjarta, og tað var týðiligt, at hann ynskti at vera trúfastur ímóti Jehova.

2. Andaligir gimsteinar

(10 min.)

  • Slm 27:10 – Hvussu kann hetta ørindið ugga okkum, viss vit føla, at ein av okkara nærmastu hevur svikið okkum? (w06-D 15/7 28 stk. 15)

  • Hvørjar andaligar gimsteinar hevur tú funnið í bíbliulesingini hesa vikuna?

3. Upplestur úr Bíbliuni

GER FRAMSTIG Í BOÐANINI

4. Byrja eitt prát

(2 min.) HÚS ÚR HÚSI. Brúka ein faldara úr amboðskassanum. (th venjing 3)

5. Menn áhugan

(4 min.) HÚS ÚR HÚSI. Tosa um spurningin á baksíðuni á faldaranum, sum tú gavst viðkomandi seinast. Fortel honum um jw.org, og vís honum, hvat hann millum annað kann finna har. (lmd partur 9, punkt 3)

6. Fyrilestur

(5 min.) lmd uppískoyti 1, punkt 3 – Evni: Eingin dálking verður meira, og jørðin verður eitt paradís. (th venjing 13)

LÍVIÐ SUM KRISTIN

Sangur nr. 128

7. Tannáringar, sum blíva við at vera moralskt reinir

(15 min.) Orðaskifti.

Tað er eitt stríð hjá ungum, sum tæna Jehova, at halda seg moralskt rein. Ung eru ófullkomin líkasum øll onnur, og haraftrat mugu tey stríðast fyri at blíva við at vera rein, tí tá ið mann er ungur eru seksuellu kenslurnar øgiliga sterkar. Og tað kann gera tað ringt hjá teimum at gera tað, sum er rætt. (Róm 7:21; 1Kor 7:36) Og tey mugu eisini alla tíðina stríðast ímóti trýstinum frá øðrum til at hava sex, bæði frá hinskyndum og frá samkyndum. (Ef 2:2) Vit eru so stolt av øllum teimum, sum blíva við at vera trúføst ímóti Jehova.

Hygg at VIDEONUM Hjælp, jeg er teenager – Hvordan kan jeg modstå presset til at have sex? Set síðani hesar spurningarnar:

  • Hvørjum trýsti vóru Cory og Kamryn fyri?

  • Hvat hjálpti teimum at vera trúføst?

  • Hvørjar bíbilskar meginreglur kunnu hjálpa tær, viss tú upplivir nakað líknandi?

8. Samkomubíbliulestur

Endaligar viðmerkingar (3 min.) | Sangur nr. 38 og bøn