Hvat vórðu innsigli brúkt til í fornøldini?
Innsigli vóru smá stempul, sum vórðu brúkt til at seta eitt merki, vanliga í leir ella voks. Stemplini høvdu ymisk skap, eitt nú sum keylur, fýrakantar ella sylindarar, og eisini sum dýrahøvd. Innsiglini kundu vísa ognarrætt ella vátta, um eitt skjal var ektað. Tey kundu eisini brúkast til at innsigla sekkir ella op, so sum hurðar ella inngongdir til gravir.
Stemplini vóru gjørd úr ymiskum tilfari, millum annað beini, kálksteini, metali, hálvgimsteini ella træi. Onkuntíð stóðu nøvnini hjá eigaranum og pápa eigarans á innsiglinum. Á summum innsiglum stóð, hvat starv ella heiti eigarin hevði.
Fyri at vátta at eitt skjal var ektað, kundi hann, sum átti eitt innsigli, trýsta tað niður í leir, voks ella annað bleytt tilfar, sum var lagt á skjalið. (Job 38:14) Síðani storknaði bleyta tilfarið og forðaði vónandi fyri, at onkur pilkaði við skjalið.
Innsigli kundu brúkast sum fulltrú
Eitt innsigli kundi gevast øðrum sum fulltrú. Ein farao í fornaldar Egyptalandi gav til dømis hebraiska manninum, Jósefi, sum var sonur ættarfaðirin Jákup, eina fulltrú. Jósef hevði verið trælur í Egyptalandi og bleiv einaferð fongslaður av órøttum. Seinni varð hann tó leyslatin av Farao og settur sum ovasti ráðharri í landinum. Í Bíbliuni stendur: „Farao tók innsiglisringin av hondini og setti hann á hond Jósefs.“ (1. Mósebók 41:42) Ringurin hevði eitt alment innsigli, sum gav Jósefi fulltrú at gera sítt týdningarmikla arbeiði.
Jesabel drotning í fortíðar Ísrael brúkti innsiglið hjá manninum, tá ið hon legði ætlanir um at drepa ein mann, sum æt Nabot. Sjálvt um Nabot var ósekur, skrivaði hon í navni Akab kongs brøv til nakrar elstar og bað teir ákæra Nabot fyri at hava bannað Gudi. Hon setti innsiglið hjá kongi á brøvini, og soleiðis eydnaðist hennara ónda ætlan. – 1. Kongabók 21:5-14.
Ahasverus, sum var kongur í Persia, brúkti ein innsiglisring til at vátta, at boðini, sum hann hevði givið, vóru ektað. – Ester 3:10, 12.
Nehemias, bíbliuskrivari, sigur, at høvdingar, levitar og prestar í Ísrael vístu, at teir tóku undir við einum skrivligum sáttmála við at seta síni innsigli á hann. – Nehemias 1:1; 9:38.
Bíblian nevnir tvey dømi um, at innsigli vórðu brúkt til at tryggja inngongdir. Tá ið Dániel profetur varð blakaður í leyvubølið, varð ein ’stórur steinur lagdur fyri munna bølisins’. Síðani innsiglaði Darius, kongurin í Media og Persia, steinin „við innsigli sínum og stórmanna sína, so einki skuldi kunna broytast í tí, sum gjørt var við Dániel“. – Dániel 6:18.
Tá ið líkið av Jesusi varð lagt í eina grøv, tryggjaðu hansara fíggindar grøvina við at ’innsigla steinin’, sum var rullaður fyri inngongdina. (Matteus 27:66) Um tað var ein almenn innsigling frá rómversku myndugleikunum, so „var innsiglið úr leiri ella voksi trýst inn í gloppið millum ... steinin og inngongdina til grøvina“, sigur David L. Turner í einari viðmerking til evangeliið eftir Matteus.
Fornfrøðingar og søgufrøðingar eru ógvuliga áhugaðir í fornum innsiglum, tí tey kunnu læra okkum nógv um farna tíð. At granska innsigli, ella sigillografi, er blivið eitt týdningarmikið øki innan fornfrøði.