VER VAKIN!
Kann OL sameina heimin? Hvat sigur Bíblian?
Í sambandi við summar-OL 2024 kappast ítróttafólk úr 206 londum. Roknað verður við, at umleið fimm milliardir menniskju um alla jørðina hyggja at olympisku leikunum. „Vit eru ein partur av einum tiltaki, sum sameinir heimin,“ sigur Thomas Bach, forsetin í altjóða olympisku nevndini. „Latið okkum hátíðarhalda tann olympiska andan um at liva saman í friði og einleika, hóast vit eru so ymisk.“
Kann OL røkka so stórum málum? Fara vit nakrantíð at uppliva frið og einleika?
Kann OL skapa frið og einleika?
OL í ár hevur ikki bara handlað um ítrótt. Leikirnir hava sett ljóskastaran á sosialar og politiskar spurningar, sum skapa split millum fólk. Hesir spurningarnir fevna til dømis um mannarættindi, rasismu, ójavna og átrúnaðarligan mismun.
Nógvum dámar væl at fylgja við í altjóða ítróttatiltøkum, sum til dømis OL, tí tey halda, at tað er gott undirhald. Men hesi tiltøkini vísa eisini, at fólk hugsa og uppføra seg upp á ein máta, sum skapar split heldur enn frið og einleika.
Bíblian hevur sagt frá, at menniskju í dag skuldu hava eginleikar, sum gera tað ringt at skapa frið og einleika. (2. Timoteusarbræv 3:1-5) Tú fært meira at vita um hesa profetiina í Bíbliuni, viss tú lesur greinina „Hevur Bíblian sagt frá, hvussu menniskju skuldu hugsa og uppføra seg í dag?“
Vón um frið og einleika
Bíblian vísir, hvat tað er, sum kann skapa frið og einleika í heiminum. Hon lovar, at øll menniskju á jørðini verða sameind undir Guds ríki, sum er ein stjórn í himli. – Lukas 4:43; Matteus 6:10.
Kongurin í ríkinum, Jesus Kristus, fer at skapa frið á allari jørðini. Bíblian sigur:
„Hin rættvísi [skal] blóma, og djúpur friður skal ráða.“ – Sálmur 72:7.
„Hann skal frelsa hin fátæka, ið rópar, … frá órætti og yvirgangi.“ – Sálmur 72:12, 14.
Longu nú hevur tað, sum Jesus lærdi onnur, meðan hann var á jørðini, sameint milliónir av menniskjum í 239 londum. Jehova vitni um allan heimin hava lært at liva í friði saman við øðrum. Viss tú hevur hug at vita hvussu, kanst tú lesa útgávuna av blaðnum Vagttårnet, sum hevur heitið „Had kan overvindes“.