Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Sangur 10

„Her eri eg — send meg!“

„Her eri eg — send meg!“

(Esaias 6:8)

1. Guds dýra navn á mangan hátt

í dag er fyri háð og spott.

Og dárin rópar uttan skil,

hann sigur, eingin Gud er til.

Hvør hevjar mál, ið vekur ans?

Hvør prísar Gudi sannleikans?

’Her eri eg, send meg, send meg!

Við sangi skal eg æra teg.’

(NIÐURLAG)

’Eg vil so fegin tæna tær, Gud!

Eg skal fara, send tú meg!’

2. Hvør óttast Gud í hesi verð?

Fólk siga, Harrin seinur er,

og dyrka tey, ið sýnast sterk,

ein keisara, eitt mannaverk.

Hvør boðar nú Jehova ráð?

Hvør sigur kríggi Harrans frá?

’Her eri eg, send meg, send meg!

Eg sigi frá og vísi veg.’

(NIÐURLAG)

’Eg vil so fegin tæna tær, Gud!

Eg skal fara, send tú meg!’

3. Nú leita eyðmjúk nærri inn

til Gud, sum gevur frið í sinn

og spyrja: ’Veksur myrkrið meir?

Tey óndu mennast, blíva fleir.’

Hvør boðar frá Jehova troyst,

hvør sigur: ’Út tit verða loyst’?

’Her eri eg, send meg, send meg!

Eg leiði eyðmjúk rættan veg.’

(NIÐURLAG)

’Eg vil so fegin tæna tær, Gud!

Eg skal fara, send tú meg!’

(Sí eisini Sl. 10:4; Ez. 9:4.)