Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Sangur 32

Verið óvikandi, stinn!

Verið óvikandi, stinn!

(1 Korintbræv 15:58)

1. Ófriður valdar í dømdari verð,

vónloysi eyðkennir menniskjans ferð.

Harðført er rákið, men vit standa sterk,

fremja í trúnni Guds verk.

(NIÐURLAG)

Verjið nú hjarta og sinn,

verið óvikandi, stinn!

Trúgv og álit á Gud leiðir til lívið inn.

2. Freistingar heimsins, ið bjóða seg til,

krevja, at vit hava dirvi og skil.

Halda vit fast við Guds orð, sum er satt,

beinir hann okkum á rætt.

(NIÐURLAG)

Verjið nú hjarta og sinn,

verið óvikandi, stinn!

Trúgv og álit á Gud leiðir til lívið inn.

3. Tilbið Jehova, legg hjarta títt bert,

fegin hann signar tað minsta, tú gert.

Ber tí út gleðiboð, sig øllum frá

lyftunum, vit líta á.

(NIÐURLAG)

Verjið nú hjarta og sinn,

verið óvikandi, stinn!

Trúgv og álit á Gud leiðir til lívið inn.

(Sí eisini Luk. 21:9; 1 Pæt. 4:7.)