SANGUR NR. 68
Sáa sáð ríkisins
-
1. Hoyr boðini, meistarin gevur,
hann lítur tær arbeiði til.
Hann lovar at hjálpa og leiða,
at geva tær hegni og skil.
Og sannleikans sáð fær festi og grør,
har hjartað er ærligt og gott.
Skal úrslitið verða Jehova til prís,
mást tú tryggja, at væl verður sátt.
-
2. Um arbeiðið eydnast til fulnar,
tað veldst kanska lutvíst um teg,
tí tann, sum vil hoyra, má læra
at elska Guds rættvísa veg.
Veit neyðuga hjálp, tá ivin fær vald,
ver hjá, tá ið royndin er hørð.
Fær sannleikans sáðkorn í hjartanum rót,
kanst tú gleðast og síggja, tað grør.
(Les eisini Matt. 13:19-23; 22:37.)