Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

SANGUR NR. 71

Vit eru lið Jehova

Vit eru lið Jehova

(Efesusbrævið 6:11-14)

  1. 1. Vit eru lið Jehova,

    Kristus fremstur er.

    Satan vil okkum forða,

    steðga okkara ferð.

    Men í øllum standa vit

    sameind rað á rað,

    bera boð um ríkið,

    óttaleys og glað.

    (NIÐURLAG)

    Vit eru lið Jehova,

    Kristus skipar ferð.

    Glað vit hevja herróp:

    ’Ríkið stovnað er!’

  2. 2. Vit eru fólk Jehova,

    finna vilstan seyð,

    fólk, ið sær ikki vita

    veg úr iva og neyð.

    Er nú ein, ið lurta vil,

    læra vit hann væl,

    bjóða honum ofta

    við í ríkissal.

    (NIÐURLAG)

    Vit eru lið Jehova,

    Kristus skipar ferð.

    Glað vit hevja herróp:

    ’Ríkið stovnað er!’

  3. 3. Vit eru lið Jehova,

    stríða kristið stríð,

    herklæði Guds til verju

    lata vit okkum í.

    Ein og hvør má ansa sær,

    aldri víkja frá;

    eru vit í vanda,

    trúgvin vinna má.

    (NIÐURLAG)

    Vit eru lið Jehova,

    Kristus skipar ferð.

    Glað vit hevja herróp:

    ’Ríkið stovnað er!’

(Les eisini Fil. 1:7; Filem. 2.)