SANGUR NR. 78
Lær tey Guds orð
-
1. Ein lærari í orði Guds
kann gleðast um sín lut;
øll elska vit tær løturnar,
vit læra fólk um Gud.
At taka eftir Jesusi
og leggja hjartað í
kann draga eyðmjúk til Jehova,
sum ger tey bundnu frí.
-
2. At liva rætt og elska Gud
má vera fyritreyt,
um tú vilt beina onnur inn
á lívsins góðu breyt.
Guds orð er sum eitt gripasavn,
eitt nám, vit grava í,
so tey, vit læra, fáa vísdóm
og trúgv um somu tíð.
-
3. Jehova Gud er altíð við,
hann gevur okkum skil;
so víst hann hoyrir hjartans bøn
og fegin hjálpa vil.
Vit elska alt í orði Guds
um rættan kristnan sið
og gleðast øll, um tey, vit læra,
skjótt læra onnur við.
(Les eisini Slm. 119:97; 2. Tim. 4:2; Tit. 2:7; 1. Jóh. 5:14.)