SANGUR NR. 92
Vit bygdu navni tínum hús
-
1. Av sonnum ein heiður, Jehova,
at byggja tí navninum hús,
sum lýsir títt æviga veldi;
vit bygdu av hjartanum fús.
Av øllum, tín hond hevur givið,
vit geva tær aftur í dag.
Alt ídni, alt skil, allar gávur,
Jehova, vit lata tær tað.
(NIÐURLAG)
Vit bygdu navni tínum hús
og prísa tær henda dag.
Vit víga navni tínum hús,
faðir, vilt tú signa tað?
-
2. Nú skulu vit bera tær heiður
og fylla í húsið tín prís.
Leið fólkini higar, Jehova,
at læra ta leið, ið er vís.
Og hjálp okkum handfara húsið
við virðing og røkja tað væl,
at altíð tað prýðir tann boðskap,
sum hiðani prædikast skal.
(NIÐURLAG)
Vit bygdu navni tínum hús
og prísa tær henda dag.
Vit víga navni tínum hús,
faðir, vilt tú signa tað?
(Les eisini 1. Kong. 8:18, 27; 1. Krøn. 29:11-14; Áps. 20:24.)