Far beinleiðis til innihaldið

Hvat er stýrandi ráðið hjá Jehova vitnum?

Hvat er stýrandi ráðið hjá Jehova vitnum?

 Stýrandi ráðið er ein lítil bólkur av andaliga búnum monnum, sum samskipa arbeiðið hjá Jehova vitnum um allan heimin. Arbeiðið hjá teimum er býtt upp í tveir partar:

 Stýrandi ráðið tekur eftir ’ápostlunum og hinum elstu’ í Jerusalem í fyrstu øld, sum tóku týðandi avgerðir fyri alla ta kristnu samkomuna. (Ápostlasøgan 15:2) Hesir trúføstu menninir vóru ikki leiðarar, og limirnir í stýrandi ráðnum eru heldur ikki leiðarar í okkara samskipan. Teir leita sær ráð í Bíbliuni og ásanna, at Jehova Gud hevur útnevnt Jesus til at vera høvur samkomunnar. – 1. Korintbræv 11:3; Efesusbrævið 5:23.

Hvørjir eru limirnir í stýrandi ráðnum?

 Limirnir í stýrandi ráðnum eru Kenneth Cook, Gage Fleegle, Samuel Herd, Geoffrey Jackson, Jody Jedele, Stephen Lett, Gerrit Lösch, Jacob Rumph, Mark Sanderson, David Splane og Jeffrey Winder. Teir tæna á okkara høvuðsskrivstovu í Warwick, New York, USA.

Hvussu er stýrandi ráðið skipað?

 Stýrandi ráðið hevur stovnað seks nevndir, sum hava umsjón við ymiskum pørtum av okkara arbeiði, og hvør limur situr í eini ella fleiri av hesum nevndunum.

  •   Samskipanarnevndin: Hevur umsjón við løgfrøðiligum málum. Skipað verður eisini fyri hjálp, um vanlukkur henda, ella tá ið Jehova vitni verða atsøkt fyri sína trúgv, ella um onnur týðandi mál, sum ávirka samskipanina, stinga seg upp.

  •   Starvsfólkanevndin: Tekur sær av øllum, sum hevur við betelfamiljuna at gera.

  •   Útgevaranevndin: Hevur umsjón við prenting og flutningi av bíbilskum lesnaði og við arbeiðinum at byggja møtisalir, umsetingar- og deildarskrivstovur.

  •   Tænastunevndin: Hevur umsjón við arbeiðinum at boða „evangelium ríkisins“. – Matteus 24:14.

  •   Undirvísingarnevndin: Syrgir fyri bíbilsku undirvísingini, sum vit fáa á møtum, skúlum og í ljóðupptøkum og videoum.

  •   Skrivinevndin: Syrgir fyri bíbilsku undirvísingini, sum vit fáa í prentaðum lesnaði og á okkara heimasíðu. Hevur eisini umsjón við umsetingararbeiðinum.

 Umframt at arbeiða í hesum nevndunum kemur stýrandi ráðið saman eina ferð um vikuna fyri at tosa um tørvin í samskipanini. Á hesum fundunum tosa teir um, hvat Bíblian sigur, og teir lata seg leiða av heilaga anda Guds, so teir kunnu taka avgerðir, sum teir allir eru samdir um. – Ápostlasøgan 15:25.

Hvørjir eru hjálparmenninir hjá stýrandi ráðnum?

 Teir eru álítandi kristnir menn, sum hjálpa til í nevndunum hjá stýrandi ráðnum. (1. Korintbræv 4:2) Teir hava førleikar og royndir innan arbeiðið, sum viðkomandi nevndin hevur umsjón við, og teir eru við á fundinum hjá nevndini hvørja viku. Hjálparmenninir eru ikki við til at taka avgerðir, men teir hava stóra vitan og eru góðir í ráðum. Teir seta avgerðirnar hjá nevndini í verk og kanna eftirfylgjandi, hvussu úrslitið verður av hesum. Stýrandi ráðið kann eisini geva teimum ta uppgávu at vitja Jehova vitni ymsastaðni í heiminum ella at halda fyrilestrar við serlig høvi, eitt nú á ársmøtum ella tá ið fráfaringarhald er í sambandi við Gileadskúlan.

LISTI VIÐ HJÁLPARMONNUM

Nevnd

Navn

Samskipanarnevndin

  • John Ekrann

  • Paul Gillies

  • Troy Snyder

Starvsfólkanevndin

  • Gerald Grizzle

  • Patrick LaFranca

  • Daniel Molchan

  • Mark Scott

  • Ralph Walls

Útgevaranevndin

  • Robert Butler

  • Harold Corkern

  • Gajus Glockentin

  • Donald Gordon

  • Robert Luccioni

  • Alex Reinmueller

  • David Sinclair

Tænastunevndin

  • Gary Breaux

  • Joel Dellinger

  • Betty Georges

  • Anthony Griffin

  • Seth Hyatt

  • Christopher Mavor

  • Baltasar Perla

  • Jonathan Smith

  • William Turner

  • Leon Weaver

Undirvísingarnevndin

  • Michael Banks

  • Ronald Curzan

  • Kenneth Flodin

  • William Malenfant

  • Mark Noumair

  • David Schafer

Skrivinevndin

  • Nicholas Ahladis

  • Per Christensen

  • Robert Ciranko

  • Kenneth Godburn

  • James Mantz

  • Izak Marais

  • Clive Martin

  • Leonard Myers

  • Gene Smalley

  • Hermanus van Selm