Taka Jehova vitni lut í tvørkirkjuligum tiltøkum?
Jehova vitnum dámar væl at tosa við øll um andalig evni, líkamikið hvønn trúarbólk tey hoyra til, men vit tilbiðja ikki Gud saman við øðrum trúarbólkum og taka tí ikki lut í tvørkirkjuligum tiltøkum. Bíblian mælir sonnum kristnum til at vera „fult sameind“, og ein týðandi partur av hesum er, at øll trúgva tað sama. (1. Korintbræv 1:10; Efesusbrævið 4:16; Filippibrævið 2:2) Hetta fevnir um meira enn at vera samd um, at kærleiki, samkensla og fyrigeving eru góðir eginleikar. Okkara trúgv er grundað á nágreiniliga kunnleikan í Bíbliuni. Uttan hann var okkara trúgv til onga nyttu. – Rómbrævið 10:2, 3.
Bíblian sigur, at átrúnaðarligur felagsskapur við fólk úr øðrum trúarbólkum er sum eitt „ójavnt ok“, ein ójavni, sum kann skaða trúnna hjá einum kristnum. (2. Korintbræv 6:14-17) Jesus læt ikki sínar lærisveinar hava felagsskap við aðrar trúarbólkar. (Matteus 12:30; Jóhannes 14:6) Móselógin loyvdi heldur ikki ísraelsmonnum at tilbiðja saman við grannatjóðunum. (2. Mósebók 34:11-14) Og seinni, tá ið ísraelsmenn fingu eitt tilboð um hjálp, sum kundi havt eina átrúnaðarliga samgongu við sær, vildu teir ikki taka ímóti tí. – Ezra 4:1-3.
Vilja Jehova vitni tosa við fólk, sum hava eina aðra trúgv?
Ja. Tá ið vit fara út at boða gleðiboðskapin, vilja vit eins og Paulus ápostul fegin vita, hvat fólk hugsa og trúgva. (1. Korintbræv 9:19-22) Í okkara samrøðum leggja vit okkum eftir at fylgja ráðunum í Bíbliuni um at vísa øðrum virðing. – 1. Pætursbræv 3:15.